Innanlands

Hans Tóri Kalsoy vann lutakastið

Í gjár varð árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, sum lata fiskamerkir inn til Havstovuna

Mynd: Havstovan

Mynd: Havstovan

2019-12-13 09:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár, hósdagin 12. desember 2019, var árliga lutakastið um 12.500 krónur millum teirra, sum lata inn fiskamerkir til Havstovuna, og vinnarin í ár gjørdist Hans Tóri Kalsoy frá P/F Bátafisk á Eiði.

Toskurin við vinnandi merkinum varð merktur 14. oktober 2016 á: 62°26N - 07°23,6W og varð fingin aftur við línu á nærum sama staði: 62°20,38N - 07°36,68W 18. juni 2019.

Sambært Havstovuni vaks toskurin 11 cm hetta tíðarskeiðið.

Lutakastið varð hildið á Vinnuháskúlanum í Nóatúni í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder