Innanlands

Hav Nordic bar við land í Noregi

Ongin vandi er við manningini, skipið er á veg trygt í Havn

(Mynd: Redningsselskapet)

(Mynd: Redningsselskapet)

2025-02-04 11:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyska farmaskipið Hav Nordic hjá Navigare Shipping í Søldarfirði bar við land nærhendis Eggesbøneset í Vesturnoregi í morgun. Eggesbønæs er í norska skergarðinum, á oynni Bergsøya, nakað sunnan fyri Ålesund.

Álvur Højgaard, stjóri Navigare, váttar fyri Portalinum, at talan var um Hav Nordic, sum bar við land um sjey tíðina í morgun, norska tíð.

- Tíbetur er skaðin ikki stórur, eitt annað skip hevur fylgt Hav Nordic, sum væntandi verður í havn hvørja løtu.

Hav Nordic var á veg úr Týsklandi við eini last, sum skuldi til Norðurnoregs.

Norska sjóbjargingartænastan, Redningsselskabet, skrivar á X, at skipið fekk slagsíðu, tá hol kom í ein av barlasttangunum. Bjargingarskipið Idar Ulstein fylgir føroyska farmaskipinum í Havn.

Álvur Højgaard váttar, at okkurt hol er komið har frammi á skrokkinum, og at sjógvur er komin inn í ein barlasttanga. Men tíbetur var ongantíð nakar vandi á ferð hjá teimum sjey monnunum, sum eru umborð, og lastin hevur heldur ikki tikið skaða. 

[object Object]
Hav Nordic (Savnsmynd: Føroyska Sjómansmissiónin)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder