- Vit hava gjørt nakrar smáar og stuttar túrar eftir svartkjafti, í samstarvi við Faroe Marine Products (FMP), fyrrverandi Høvdavirkið í Leirvík. Teir hava eina royndarkvotu, tí teir arbeiða við at fáa svartkjaftin til matna. Svartkjafturin fer annars til mjøl.
Tað sigur stýrimaðurin á Jupiter, Høgni Vest.
(Mynd: Sjómansmissiónin)
- Nú landa vit í Runavík. Vit hava eisini landað í Norðhavnini í Klaksvík. Vit hava valt bryggjur, har tað er stutt og lætt hjá lastbilum (tangabilum) at koyra til. Teir koyra so svartkjaftin til FMP í Leirvíkar, sigur hann.
- Vit hava 700 tons. Tað er restkvotan hjá FMP og hjá skipinum. Tí verður tað jólaferia, tá vit eru lidnir at landa, sigur Høgni Vest.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald