Innanlands

Hava kannað hví Eivind sigldi á Flesjarnar

Sambært donsku skaðanevndini vóru tríggjar orsøkir til, at línuskipið sigldi á Flesjarnar 2. august

Soleiðis sá út, tá línuskipið hevði siglt á Flesjarnar 2. august (Savnsmynd)

Soleiðis sá út, tá línuskipið hevði siglt á Flesjarnar 2. august (Savnsmynd)

2021-09-24 09:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Danska skaðanevndin, sum hevur kannað, hví línuskipið Eivind sigldi á Flesjarnar 2. august sigur nú, at tað vóru tríggjar orsøkir til hendingina fyri nærum tveimum mánaðum síðani.

Orsøkirnar vóru fjarstøðumetingin hjá skiparanum, at skiparin ikki legði so stóran dent á elektronisku sjókortini, og at skiparin ikki hugsavnaði seg nóg mikið um siglingina, skrivar Kringvarpið.

Eivind var á veg til Kollafjarðar av Havnini, tá óhappið hendi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder