Felagið, sum seldi Christian í Grótinum fyrr í desember, hevur nú keypt eitt avloysaraskip.
- Ja, vit hava keypt eitt skip, at fiska kvoturnar hjá Christian í Grótinum inntil nýggja skipið kemur fyrst í 2022, sigur Bogi Rasmussen, sum er ein av eigarunum.
Skipið er íslendska uppsjóvarskipið Margreth, sum fyrr hevur havt heimstað í Fuglafriði, og kallaðist Høgaberg.
- Vit meta at talan er um eitt gott skip, hóast tað er bygt í 1996. Skipið hevur koyrt í 40.000 tímar, sum er helvtina minni enn undanfarni Christian í Grótinum, sum vit seldu.
Bogi Rasmussen sigur, at hann ynskir ikki at upplýsa nakran keypsprís, men at talan er um eitt skip, sum er í góðum standi, og sum klárar at lasta umleið 2300 tons, og hevur góða maskinorku, sum er júst tað teir skulu brúka til svartkjaftafiskiskapin.
Enn er óvist hvussu skipið kemur at eita, men talan verður tó um eina navnabroyting.
Íslendararnir sigla skipið til Føroyar millum jól og nýggjár, og her skal skipið yvirtakast.
Eftir ætlan fer skipið í vinnu um hálvan januar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald