Innanlands

Havhestabátar sleipaðir til lands

Ikki allir bátar klára at sigla heim aftur við egnari megi

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-09-05 09:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú havhestatíð er, eru ikki allir bátar sum klára at sigla heim aftur. MRCC hevur seinastu dagarnar skrásett trý sleip av sonevndum "havhestabátum".

Mikumorgunin var ein smábátur, sum fekk maskintrupulleikar út fyri Oyndarfjørð. Eat Rescue sleipaði bátin til Leirvíkar.

Fyrrapartin í gjár vóru tveir bátar, sum fingu trupulleikar. Ein bátur eisini í Oyndarfirði varð sleipaður av East Rescue til Leirvíkar, og ein annar var staddur átta fjórðingar eystur úr Eystnesi. Ein bátur hjá Tjaldrinum sleipaði bátin til Havnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder