Havnarútbygging umhvørvisgóðkend

Bryggjukanturin framman fyri Pelagos í Fuglafirði skal leingjast við 80 metrum

Bryggjukanturin framman fyri Pelagos verður longdur 80 metrar norðureftir, sum tey siga í Fuglafirði (Mynd: Google)

Bryggjukanturin framman fyri Pelagos verður longdur 80 metrar norðureftir, sum tey siga í Fuglafirði (Mynd: Google)

2024-04-02 11:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Umhvørvisstovan hevur givið Spf. Framherja í Fuglafirði umhvørvisgóðkenning í sambandi við ætlaðu útbygging av havnarlagnum á Enni í Fuglafirði.

Sambært ætlanunum, skal verandi havnarlag víðkast við 2.500 fermetrum. Tunnilsgrót við spreingileindingum úr plasti verður nýtt til útfyllingina. Umhvørvisgóðkenningin hevur heimild í §§ 28 og 29 í løgtingslóg um verju av umhvørvinum.

Umhvørvisgóðkenningin er grundað á upplýsingar frá Framherja um verkætlanina og ætlaða virksemið, tá havnarlagið er fult útbygt.

Talan er um eina leinging av verandi atløgubryggju framman fyri uppsjóvarvirkinum, Pelagos. Atløgubryggjan skal leingjast 80 metrar úteftir, ella norðureftir, sum tey rópa tað á staðnum, hóast talan er um ein landsynning.

Ein stálspunsveggur skal byggjast, og síðan verður fylt við tilfari úr nýggja frystitunnlinum inni í fjallinum, sum verður sprongdur um somu tíð, sum bryggjan verður gjørd. Roknað verðru við at brúka umleið 33.000 rúmmetrar av gróti at fylla 2.500 fermetra stóra bryggjuøkið út. Í grótinum eru spreingitræðrir (Nonel), verður upplýst í umhvørvisgóðkenningini.

Her verður eisini upplýst, at spreingingin av nýggja frystitunnlinum byrjar nú fyrst í apríl, at stálið til bryggjuna verður uppskipað í Fuglafirði um miðjan apríl, at uppfyllingararbeiðið væntast liðugt móti endanum av september, og at bryggjuøkið kann takast í brúk undan jólum í ár.

Upplýsingar um hvussu kærast kann um umhvørvisgóðkenningina sæst á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder