Havsbrún úr at gera at taka ímóti svartkjafti

Fleiri skip skulu landa svartkjaft í Fuglafirði

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-04-20 22:12 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Fagraberg, sum hevur landað yvir 2000 tons av svartkjafti til Havsbrún, fór seinnapartin nýggjan túr.

Tá ið Fagraberg hevði landað, var Gitte Henning 1 næsta skipið, sum átti tørn.

Teir hava umleið 1400 tons av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún.

Svartkjafturin er nú komin í føroyskan sjógv, og fiskiskapurin er góður.

Sum skilst eru fleiri skip ávegis inn at landa. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder