Uttanlands

Havtaskan vá 57 kilo

Hetlendskur bátur fekk 'monster monkfish' á dekkið í farnu viku

(Mynd: Shetnews)

(Mynd: Shetnews)

2020-06-08 13:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hetlendski trolbáturin Resilient úr Whalsey fekk ein óvanligan fong tá teir trolaðu eftir havtasku í farnu viku.

Millum fiskarnar, sum spraklaðu á dekkinum, var ein havtaska, sum vá ikki minni enn 57 kilo – ei undur í, at tað í bretskum miðlum verður kallað ein ’monster monkfish’.

Skiparin á Resilient, Arthur Polson, gjørdist bilsin, tá hann sá fiskin.

- Vit hava roynt eftir havtasku í tíggju ár og ongantíð sæð eina í hesi støddini. Vit hava ofta fingið stórar havtaskur, men ongantíð nakað, sum liggur í námind av hesari, sigur skiparin við Shetnews.

Fiskurin var veiddur á eini leið 90 fjórðingar eystan fyri Lerwick.

Havtaskur kunnu gerast rættiliga stórar – upp í seks føtur til longdar, men sjáldan meira enn tað hálva av hesum, skrivar Shetnews.

Sambært British Sea Fishing, er størsta havtaska nakrantíð fingin í Noregi í 2012, men hon vigaði eisini tað dupulta av hesari.

Fyritøkan Granite City Fish í Aberdeen, keypti óvanliga fongin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder