Innanlands

Heimaflotin: Eingin nýbygningur síðan 2007

Hóast tillagingar eru gjørdar í heimaflotanum, og nýggjari skip eru komin í flotan, so eru eingir nýbygningar bygdir til heimaflotan síðan 2007

Heykur og Falkur komu sum nýygningar í føroyska flotan í 2007 (Savnsmynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Heykur og Falkur komu sum nýygningar í føroyska flotan í 2007 (Savnsmynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2023-09-23 16:15 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Faroe Origin hevur skrivað undir sáttmála um bygging av tveimum nýggjum trolararum til heimaflotan. Teir verða lidnir í 2026.

Men tað er langt síðani, at føroyingar seinast bygdu nýtt til heimaflotan. Seinastu nýbygningarnir, sum eru skrásettir í heimaflotanum eru partrolararnir Heykur og Falkur, sum eru bygdir í Spania í 2007.

Tað var samtakið Faroe Seafood, sum læt parið byggja í Spania. Faroe Seafood hevði fimm ár frammanundan bygt parið Stelk og Bak, sum eisini eru bygdir í Spania.

Í tíðarskeiðnum millum hesi bæði pørini, lat leirvíkingurin Osmund Justinussen partrolararnar Polarhav og Stjørnuna byggja í Íslandi.

Nýggir trolbátar komu fyrstu í hesi øldini
Umframt partrolarar, so tóku vinnulívsfólk stig til at endurnýggja nakrar trolbátar, sum komu í flotan úr Íslandi fyrst í hesari øldini.

Kjartan Joensen lat í 2002 Norðleivur byggja. Umframt Norðleivur, so lótu aðrir leirvíkingar Fríðborg byggja og fólk í Hattarvík Dýrindal byggja. Hesir tríggir vóru allir systurskip.

[object Object]Dýrindal sum nýbygningur (Savnsmynd: Skipalistin)

Árið eftir keypti Bjarti Mohr línubátin Sigurður Einar úr Íslandi, sum fekk navnið Hvítabjørn. Talan var um sama slag skrokk sum omanfyrinevndu trolbátar, tó at hesin var línubátur. Í dag er Norðleivur umbygdur til línubát, og kallast Fiskivarði, og Hvítabjørn kallast Anru.

Í 2003 komu tveir trolbátar, sum vóru ein størri útgáva av Norðleivi, Dýrindali og Fríðborg. Hesir størru trolbátarnir fingu nøvnini Sæborg og Gáshøvdi, sum avloystu tveir eldri trolbátar við somu nøvnum.

Gáshøvdi fekk seinni nøvnini Gáshólmur og Gorm, og varð seldur til Ný Sæland í 2009.

Sæborg bleiv seinni seld, og kallast í dag Jens Leon.

Norðleivur kallast í dag Fiskivarði, Fríðborg hevur havt nøvnini Birtingur, Bjørn, og kallast nú aftur Fríðborg. Dýrindal hevur havt somu nøvn øll árini, men hevur tó skift heimstað og eigarar síðan báturin bleiv bygdur til Føroyar.

Nakrir valdu at byggja nýtt í Føroyum
Meðan fleiri valdu at byggja nýggj skip í Íslandi fyrst í hesari øldini, valdu nakrir at byggja nýtt í Føroyum.

Stórur hátíðardámur var á Havnini í september í 2004 tá ið Tórshavnar skipasmiðja (nú Mest, red.) handaði trolbátarnar Hansu Mariu og Skálafoss til eigararnar. Talan var um systurskip, og hesir skuldu avloysa tveir eldri trolbátar. Hansa Maria fekk heimastað á Toftum, og Skálafossur í Vestmanna.

Hansa Maria kallast í dag Sigatindur og hevur heimstað í Leirvík.

Í 2007 kom enn eitt systurskip til hesar báðar omanfyrinevndu, sum fekk navnið Fiskaklettur, sum avloysti ein eldri trolbát við sama navnið.

[object Object]Fiskaklettur er bygdur á Tórshavnar Skipasmiðju í 2007, og er systurskip til Sigatind (fyrr Hansu Mariu) og Skálafoss (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Línuflotin endurnýggjar seg - keypa nýggjari, men brúkt skip

í 2005 kom Jógvan Norði, og síðani eru nógv frystilínuskip komin aftrat í føroyska flotan. Nú bleiv lættari at fiska á fjarleiðum, og manningin fekk eisini munandi betri umbstøður umborð. Hóast vit hava havt fleiri frystulínuskip í flotanum áðrenn Jógvan Norði kom í flotan, so var tað ikki fyrr enn Jógvan Norði kom, at tað av álvara bleiv arbeitt við at frysta veiðuna umborð.

[object Object]
Jógvan Norði kom í føroyska flotan í 2005, og var frysta skipið í nýggjari tíð, sum av álvara fór í gongd við at frysta veiðuna umborð. (Mynd: Nes Kommuna)

Seinni fekk Jógvan Norði nýggjar eigarar og navnið Kambur. Skipið er seinni selt til Vestmannar og kallast nú Vesturhavið. Sama er galdandi fyri undanfarna Klakk.

Nýggi Klakkur er keyptur í 2019, og avloysti eitt frystiulínuskip við sama navnið, sum í dag kallast Jákup B.

Seinni eru skipini Eivind, Pison, Sandshavið, Jógvan I, Stapin og Klakkur.

Eisini er ein nýggjari og størri Kambur komin í flotan.

Sørvingar keypa lítið brúktan trolara

Í 2022 keypti sørvingurin Tummas Henriksen saman við øðrum  trolaran Aalskere, sum er bygdur í Danmark í 2019. Skipið varð bygt til Orknoyggjarnar og selt, av tí at kvoturnar minkaðu munandi hjá undanfarnu eigarunum.

Skipið bleiv seinni dagført, longt og málað, soleiðis at trolarin var betri egnaður til fiskiskapin í Føroyum.

[object Object]Nýggi Vesturvarði (Savnsmynd: Gorm Niclasen)

Vesturvarði er komin í flotan fyri djúphavstrolaran Suðring, sum er bygdur í 1977 á Skálaskipasmiðju (nú Mest, red.).

Surðingur varð fyrst í hesum árinum seldur til upphøggingar á Skála. 

Fyrstu nýbygningarnir til heimaflotan í 16 ár

Tað vóru hugagóð tíðindir at lesa, tá ið tað týsdagin í hesari vikuni bleiv sent út tíðindaskriv frá Faroe Origin, um at felagið hevði undirskrivað sáttmála við Karstensens skipasmiðjuna í skagen, um bygging av tveimum trolarum, sum eru útgjørdir til at partrola, og fiska einsamallir.

Felagið seldi trolararnar Rók og Lerk av landinum í november 2021, og fekk tá tvey ára tilsøgn um at flyta veiðuloyvini á onnur skip.

Miðvíst arbeiðið er gjørt fyri at finna hóskandi skip til virksemi hjá Faroe Origin. Ein arbeiðsbólkur hevur í longri tíð arbeitt við ymiskum loysnum og kanna hvørjir møguleikar eru. Niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum var at byggja nýtt.

[object Object]

Skipini kunnu trola við lemmum ella sum partrolarar. Tey koma at hava møguleika at trola við tveimum trolum ella einum troli.

Tað er gjørt nógv burtur úr av fáa so góða góðsku sum gjørligt burtur úr fiskinum, sum verður veiddur.

Skipini verða útgjørd við góðari køling og hagreiðingin av veiðuni skal geva møguleika til bestu góðsku.

Møguleiki er fyri at nýta skipini sum ísfiskaskip, har fiskurin verður goymdur í kørum við krapaísi eins og møguleiki er fyri at avhøvda, støddarskilja og frysta veiðuna umborð.

Lastin kann sostatt brúkast antin sum frystilast ella til køling. Ætlanin er at øll veiða skal førast til lands.

Tí er verksmiðjan gjørd til framleiðslu og goymslu av súrløgu, sum ætlanin er at framleiða burtur úr høvdum, innvølum o.ø. Hugsa er eisini um umhvørvi – skipini eru sniðgivin so tey hava so lítla ávirkan á umhvørvi sum møguligt og harvið veiða burðardygt.

Tey hava lutfalsliga stór skrúvubløð og snúningstalið á skrúvuni er lágt. Skipini lúka øll nútímans krøv til útlát og larm. Manningin fær allar nútímans hentleikar. Nýggju tíðirnar stilla størri krøv til manningarviðurskiftini og hesi verða uppfylt við hesum nýbygningum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder