Uttanlands

Heimsins størsta fiskavøruráðstevna útsett

Coronavirusið og ásetingarnar í Belgia gera, at Seafood Expo Global, kortini ikki verður í apríl.

Básurin hjá Kina í Brüssel í 2017 (Mynd: EPA)

Básurin hjá Kina í Brüssel í 2017 (Mynd: EPA)

2020-03-11 15:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrireikararnir skriva á heimasíðuni, at óvæntaða og støðugt vaksandi útbrotið av virusinum ger, at tað ikki var nakað annað val enn at útseta ráðstevnuna.

Belgiskir myndugleikar hava ásett, at tað ikki skulu savnast meira enn 1.000 fólk til tiltøk, og mett varð, at Seafood Expo Global í Brüssel kann økja um smittuvandan. Arbeitt verður nú við at finna eina nýggja dagfesting, og um eina viku er hetta uppá pláss, skrivar seafoodexpo.com.

Ein ráðstevna av slíkum slagi í Boston í USA er eisini útsett orsaka av Covid-19

Norðlýsið skrivar, at í fjør vóru umleið 26.000 luttakarar úr 140 ymiskum londum, og millum teir taldust teir fremstu í føroyskari fiski- og alivinnu. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder