Innanlands

Heimsins størsti fóðurflaki handaður Bakkafrosti

84 metra langi flakin skal liggja í Haraldssundi

(Mynd: Oliver Joensen / Norðlýsið)

(Mynd: Oliver Joensen / Norðlýsið)

2020-05-31 15:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

JT Electric handaði í gjár heimsins størsta aliflaka til Bakkafrost.

Talan er um eitt bulkskip, sum JT-Electric hevur keypt og gjørt um til aliflaka í Póllandi.

Olavur Thomsen, frá JT-Electric sigur við Norðlýsið, at øll tekniska útgerðin, sum er sett í skipið er mennt á JT-elektric, send til Póllands og er sett í skipið har.

[object Object](Mynd: Oliver Joensen / Norðlýsið)

Flakin, sum fer at liggja í Haraldssundi er 84 metrar langur og 11 metrar breiður, og útgjørdur við 8 fóðursiloum, sum tilsamans taka ímóti 1000 tonsum av alifóðuri. Serstøk silo er eisini til ronkelsisfóður.

Sí myndirnar, sum Norðlýsið tók av flakanum í gjár

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder