Innanlands

Heimsins størsti frystitrolari á Fuglafjørð seinnapartin

Annelies Ilena kemur seinnapartin á Fuglafjørð við góðum 7000 tonsum av svartkjafti til Bergfrost

(Mynd: Marinetraffic)

(Mynd: Marinetraffic)

2020-04-26 07:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Heimsins størsti frystitrolari Annelies Ilena kemur á Fuglafjørð seinnapartin við góðum 7.000 tonsum av svartkafti, sum skulu landast til Bergfrost. Tað skrivar Fuglafjarðar kommuna á heimasíðuni.

Bergfrost hevur fyrireikað hesa verkætlan í útvið eina viku. Frystikapasiteturin hjá Bergfrost er 25.000 tons, og er hon ein av teimum fáu frystigoymslunum í norðanlondum, sum kann taka ímóti so stórum nøgdum. Skipið klárar at lossa 200 plattar um tíman, sum svarar til góð 200 tons, og tað klárar Bergfrost at taka ímóti.

Í sambandi við lossingina, kemur farmaskið Sierra Leyre við 7.000 tómum plattum, og 300 plattum av pakningi, sum skulu umborð aftur á Annelies Ilenu, soleiðis at skipið er klárt at fara til fiskiskap aftur.

Skipið hevur sera stóran frystikapasitet, og kann frysta heili 600 tons um samdøgrið.

Skipið er skrásett undir pólskum flaggi, og heimstaðurin er Gdynia í Pólandi. Skipið er bygt í Noreg, er 14.055 bruttotons, er 144 m langt, 24 m breitt og stingur 10,5m.

Fuglafjarðar havn er ein djúphavn, og kann hon taka ímóti flest øllum skipum.

Annelies Ilena kemur a Fuglafjørð umleið klokkan 17, skrivar Fuglafjarðar kommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder