Henning Kjeldsen byggir nýtt skip í Spania

Talan verður um slóbrótandi nýhugsan innan pelagisku vinnuna

2019-11-27 21:32 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Danski reiðarin Henning Kjeldsen kunngjørdi í dag, at hann fer at byggja eitt nýtt skip í Spania.

Talan verður um eitt skip, sum verður knappar 88 metrar langt, og heili 20 metrar breitt.

Reiðarin hevði annars ætlanir um at taka seg heilt úr fiskivinnuni aftaná, at hann seldi undanfarnu Gitte Henning til Føroyar, og hann hevði eitt gott boð uppá kvoturnar, men eftir at hava hugsað seg um í eina tíð, valdi hann at byggja nýtt, og halda fram í vinnuni.

Tað er norska fyritøkan Salt Ship Design, sum hevur teknað skipið, og skipið skal byggjast á sponsku skipasmiðjuni Zamarkona í Bilbao.

Skipið, sum skal føra Danmark inn í eina nýggja tíð innan grøna nýhugsan, skal ístaðin fyri at hava eina stóra skrúvu, hava tvær og gevur hetta meira megið tá ið skipið skal hála, og skipið brennur minni meðan tað fiskar.

Skipið verður eisini eitt sonevnt hybrid skip, har nýggja Gitte Henning skal hava ein stóran battarípakka, sum avlastar generatorarnar. Hetta ger eisini at skipið larmar, og dálkar minni meðan tað liggur við kai.

Nýggja Gitte Henning fer at lasta 3000 tons. Hvat skipið kostar ella nær tað verður latið reiðarínum vita vit ikki.

Les eisini: Gullak byggir nýtt

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder