- Nú gerst ein ætlan veruleiki, sum vit hava arbeitt við í eina tíð. Tá møguleiki varð at keypa Klakk, sum er frá 1989, meðan gamli Jákup B er frá 1960, so er hetta ein endurnýggjan fyri okkum, hóast skipið ikki er nýtt.
Tað siga brøðurnir Helmar og Óli M. Lassen, sum eru skipari og reiðari á Jákupi B, sum P/F EFHO, hevur keypt, og sum er fyrrverandi Klakkur.
- Gamli Jákup B er væl slitin og skuldi hann dagførast, so kostaði tað nógvar milliónir krónur. Tí valdu vit heldur at keypa hetta skipið, sum eisini kann frysta fiskin umborð, sigur Óli M. Lassen.
- Vit ætla at royna undir Føroyum í nakrar dagar, til veður verður at leggja kósina móti Flemmish Cap. Flestu av manningini hava ikki verið við frystilínuskipið fyrr, so vit skulu bæði venja okkum við skipið og við arbeiðið at frysta fiskin umborð, sigur Helmar Lassen.
- Vit eru spentir og vóna at fiskiskapurin heldur sær, tí 2019 varð besta árið hjá reiðarínum. Jákup B fiskaði fyri góðar 20 milliónir og Líðhamar fyri góðar 10 milliónir krónir, sigur Óli Lassen.
Áðrenn Jákup B fóru avstað leygarmorgunin var andakt umborð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald