Tað var um middagsleitið í gjár, at skrokkurin hjá nýggja stoltleikanum í Fuglafirði, kom á Brattvåg, nærhendis Ålesund.
Á skipasmiðjuni hjá Vard í Brattvåg skal skipið gerast liðugt, og handast reiðarínum Framherja í summar.
Talan er um fyrsta nýbygningin, sum Framherji letur byggja í søgu felagsins, sum gongur aftur til 1994.
- Hetta er ein stór løta, tað er einki at ivast í. Vit eru sera stolt av hesum framkomna verksmiðjutrolaranum, sum vit kunnu yvirtaka í summar og spent at sleppa í gongd, sigur Anfinn Olsen, reiðari.
(Mynd: Kiran Jóanesarson)
(Mynd: Kiran Jóanesarson)
Seinastu dagarnar hava umboð fyri reiðaríið verið í Norra og fyrireikað at taka ímóti skrokkinum, sum er tann fimti í røðini av átta, sum verða bygdir hjá Vard Shipyard í Brattvåg.
Tó verður Akraberg tann størsti í hesari røðini. Hetta tí at Framherji valdi at gera hann 3,6 metar longri enn hinar. Samlaða longdin eitur 84 metrar í longd, og 16,7 metrar í breidd. Kostnaðurin verður 375 milliónir krónur.
- Størti munurin á hesum Akraberg og núverandi er, at hesin kann frysta nakað meira um samdøgri. Tann, sum vit hava nú, kann frysta umleið 80 tons um døgni, og hesin fer at klára at frysta yvir 100 tons um samdøgri. Eisini eru súrløgutangarnir nakað størri, og tí verður nú møguligt at taka alt við til lands, sigur Anfinn Olsen, reiðari.
(Mynd: Kiran Jóanesarson)
Nýggi Akraberg fer eisini at kunna fiska við trimum trolum tá ið skipið fer á rækjuveiðu í mun til tvey trol, sum núverandi Akraberg ger.
Umframt hetta, fer skipið at hava eina battarískipan umborð, sum ger at skipið larmar munandi minni tá ið tað liggur við kai enn núverandi Akraberg ger.
Fiskur.fo og Portalurin vóru við í Brattvåg í gjár, tá Akraberg varð sleipaður til kei á skipasmiðjuni Vard. Sí stóra myndarøð her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald