Innanlands

Hetta er hotellmatur og tey standa nærum tóm, so...

Fiskiskapurin hjá trolbátinum Búgvanum er hampiligur, men prísurin hevur verið heldur lágur síðstu tíðina

Ísakur Petersen, skipari á trolbátinum Búgvanum (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Ísakur Petersen, skipari á trolbátinum Búgvanum (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2020-05-26 20:15 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Vit trolaðu á landleiðini, sum lat upp á midnátt leygarkvøldið og fingu fýra tons í eitt samdøgur. Vit fingu trupulleikar við lensingini í lastini og so bleiv veðrið so keðiligt, so vit komu inn at rætta uppá lensingina, landa og fara so væntandi út aftur í kvøld.

Tað sigur Ísakur Petersen, skipari á trolbátinum Búgvanum, sum landaði í Klaksvík í gjár.

- Fiskiskapurin var hampuligur. Ikki tí, um somu tíð síðsta ár og á somu leið, fingu vit 33 kassar í fyrsta háli og fingu bara 15 í ár, men fiskiskapurin batnaði fyri hvørt hálið.

- Slagið er mest havtaska, tunga og reyðsprøka, og so nakað av toski. Vit fingu væl minni av toski hetta fyrsta samdøgrið í ár enn í fjør. Hevði toskurin komið upp móti loyvdu veiðu, sum er 35 prosent so hevði fiskiskapurin verið í lagið. Vit royndu á flatfiskaleið eysturi í Svínoyarhavinum, sigur hann.

- Eg hevði vónað, at fiskiskapurin var heldur betri, og serliga tí tað er fyrsta samdøgrið.

- Hvussu tað annars fer at hilnast á landleiðini í summar, veit eg sjálvsagt ikki, men úrtøkan er jú eisini nógv tengd at prísinum, sum hevur verið heldur lágur síðstu tíðina. Ofta fellur prísurin eisini um nógvur fiskur kemur á marknaðin. Flatfiskurin er hotellmatur, og tey standa nærum tóm fyri fólki, so tað verður óivað ein avbjóðing at fáa góðan prís fyri flatfiskin í summar, sigur Ísakur Petersen.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í gjár og tíð var bæði til prát, drekka, Guds orð og bøn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder