- Boroyðarnes hevur fingið eina ordiliga yvirháling, nú vit hava ligið í langa tíð her í Klaksvík. Vit hava klassað skipið, yvirhála motor, pumpur og ymiskt annað. Vit hava gjørt okkum ómak fyri at skipið skal vera í mekaniskum góðum standi, í tí vón, at tá vit nú fara avstað, so riggar skipið. Eisini hava vit gjørt tað betri og arbeiðsligari hjá manningini.
Tað sigur skiparin og ein av eigarunum av Borðoyarnesi, Christian Mathisen.
- Vit hava eisini keypt okkum nýggjar og fleiri rúsur, so vit kunnu draga meiri, enn vit hava gjørt. Vit koma at royna á djúpum vatni eftir krabba, hóast vit hava umhugsað at fari við línu, tí vit hava eisini línuloyvið. Fiskaprísurin er fallin nokso nógv síðstu tíðina, meðan krabbaprísurin er støðugur. Tí koma vit at satsa uppá krabban, sigur hann.
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
- Vit rigga tað síðast til nú og vóna, at skipið verður klárt til fiskiskap og mannað í komandi viku. Vit mangla enn nakrar mans og vóna at vera mannaðir fyrsta dagin.
Vit eru ordiliga spentir at sleppa avstað, tí veðrið skuldi blivi gott nú, skipið er í góðum standi og harafturat hava vit nógvan og nýggjan reiðskap - sigur Christian.
- Vit hava ikki málað skipið svart, tí vit síggja svart uppá tað, heldur tvørturímóti. Nú hevur skipið fingið tann fiskiliga svarta litin, og harvið fingið sín nýggja og rætta samleika her í Klaksvík, so nú fer at bera til- sigur Christian brosandi.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í vikuni. Hóast frástøðu, so var tíð og pláss til prát, eitt Guds orð frá sálmi 121 og bøn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald