2021-03-16 10:34
Partrolararnir Heykur og Falkur landaðu 250.000 pund í Runavík í gjár.
Parið hevur fiskað eystanfyri í 10 dagar, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Meginparturin av veiðuni var upsi, og tá ið liðugt var at landa, fóru partrolararnir aftur til fiskiskap.
Heykur og Falkur landaðu veiðuna til Faroe Origin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald