- Vit komu úr Myre og hava sigldu suður til Tróndheim, har vit 22. desesember lossaðu dulamit, sum er gamalt jarn, ið skal til Frederiksstad. Vit høvdu góða tíð, so á leiðini suður hildu vit jólaaftan við bryggju á Karmoynni. Jóladag liggur leiðin til Frederiksstad, har vit skulu lossa 28. desember, sigur Jógvan Sundskarð, skipari, á handilsskipinum Hav Streym.
- Frá Frederiksstad skulu vit aftur til Karmoynna at lasta, og so norður aftur til Myre. Sostatt fara vit óivað at halda nýggjársaftan ávegis til Myre, sigur skiparin.
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
- Fyrstu jólini, eg helt á sjónum, var í 1967. Tá var eg við Skálaberg, og vit hildu jólini inni í Føroyingahavnini. Síðani havi eg hildið mong jól á sjónum, og tað í mongum ymiskum londum. Tað er hugnaligt á sín hátt, hóast øll ynskja at vera heima hjá familjuni á jólum, sigur hann.
- Jólapakkarnir frá sjómanskvinnuringunum lógu tryggir innilæstir í bonnskápinum, saman við sodavatninum. Vit takka fyri jólapakkarnar, sum bæði fløva og stimbra sjófólkið. sigur Jógvan Sundskarð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald