Uppsjóvarskipið Høgaberg er selt til Norra, og í kvøld loysti skipið fyri seinastu ferð av Fuglafirði.
Floytað varð tríggjar ferðir meðan skipið sigldi út eftir fjørðinum, og skipið hevur nú sett kós móti Norra, har skipið skal latast nýggju eigarunum.
Tað er felagið Framherji í Fuglafirði, sum eigur Høgaberg, og í sambandi við at reiðaríið byggir nýtt uppsjóvarskip í Skagen, er núverandi Høgaberg seldur til Norra.
Tað eru somu eigarar, sum seldu skipið til Føroyar, sum hava keypt skipið aftur. Hvat Høgaberg er seldur fyri vita vit ikki.
Av tí at tað er enn er rúm tíð til nýggi Høgaberg kemur í flotan, hevur Framherji keypt Gamla Jupiter, sum skipið eitur í dag, og skal brúka hetta skipið at fiska kvoturnar inntil nýbygningurin kemur í flotan á summri í 2024.
Tá ið nýggi Høgaberg verður yvirtikin, skal Gamli Jupiter aftur til gomlu eigararnar í Kollafirði.
Les eisini: Høgaberg seldur: Uppruna eigararnir keypa skipið aftur til Norra
Les eisini: Framherji skal byggja nýtt skip í Skagen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald