Høgaberg landað svartkjaft í Fuglafirði

Høgaberg hevur landað 1000 tons av svartkjafti í Fugafirði

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-06-18 21:31 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Høgaberg kom í gjár á Fuglafjørð, har teir skuldu landa.

Teir hava fiskað svartkjaft í føroyskum sjógvi, og landaðu veiðuna til Havsbrún í Fuglafirði.

Teir vóru lidnir at landa seinnapartin í dag, og fóru tá aftur á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin fremleiddur til mjøl og lýsi, og síðan til fóður. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder