Innanlands

Høgaberg landar í Fuglafirði

Uppsjóvarskipið kom á Fuglafjørð við knapt 2000 tonsum í morgun

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-03-07 21:36 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Høgaberg kom tíðliga í morgun á Fuglafjørð, har teir skulu landa.

Teir hava verið á svartkjaftaveiðu í altjóða sjógvi vestanfyri Írland, og hava  umleið 1950 tons av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún í Fuglafirði.

Teir hava havt hampiligan fiskiskap, og tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á svartkjaftaveiðu.

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til fiskamjøl og lýsi, og síðani til fóður.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder