2020-01-17 12:51
Høgaberg hevur verið á makrelveiðu í ES sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Tó hevur veðrið darvað fiskiskapinum nakað, men við til lands høvdu teir 1400 tons av góðum makreli, sum teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði.
Um teir fara aftur á makrelveiðu vita vit ikki.
Katrin Jóhanna, sum eisini hevur verið á makrelveiðu í ES sjógvi, er eisini ávegis inn við 440 tonsum av makreli, sum teir skulu landa til Vestmanna Seafood og Snarfrost.
Mynd: Katrin Jóhanna - Savnsmynd (Kiran Jóanesarson)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald