Høgaberg siglir heim við 1200 tonsum

Høgaberg hevur verið á makrelveiðu í ES sjógvi

Savnsmynd (Mynd: Skipalistin)

Savnsmynd (Mynd: Skipalistin)

2020-01-22 09:31 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Høgaberg kemur á Fuglafjørð í dag, har teir skulu landa.

Teir hava verið á makrelveiðu í ES sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Teir hava 1200 tons, sum teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði.

Støddin liggur um 400 gramm í miðal.

 

placeholder
placeholder