Innanlands

Høgaberg siglir inn at landa

Høgaberg hevur sett kós móti Fuglafirði við 3.250 tonsum av svartkjafti

2025-03-03 08:21 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Høgaberg setti í gjár kós móti Fuglafirði, har skipið skal landa svartkjaft.

Høgaberg hevur verið á svartkjaftaveiðu í altjóða sjógvi vestanfyri Írland, og fiskiskapurin hevur verið hampuligur.

Veiðan, sum er 3.250 tons, skal landast til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder