2024-03-07 13:56
Arbeiðið at smíða nýggja Høgaberg er nú komið so mikið langt, at skrokkurin verður sjósettur í morgin, og verður eftir ætlan í Skagen 18. mars.
Tað var á sumri í 2022, at Framherji skrivaði undir sáttmála um nýtt uppsjóvarskip frá Karstensen Skibsværft í Skagen. Arbeiðið er seinkað nakrar mánaðir, og, væntandi verður nýggi Høgaberg latin reiðarínum í oktober-november.
Nýggi Høgaberg er 88 metrar langur og 17,5 metrar breiður. Hann fer at lasta 3400 tons. Høgaberg er systurskip Finnur Fríða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald