Innanlands

Høgaberg skal landa svartkjaft í Fuglafirði

Høgaberg hevur 1800 tons av svartkjafti

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2021-03-19 13:55 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Høgaberg kom fyrrapartin á Fuglafjørð, har teir skulu landa.

Høgaberg hevur verið á svartkjaftaveiðu í altjóða sjógvi vestanfyri Írland, men fiskiskapurin hevur verið smáligur. 

Høgaberg hevur 1800 tons av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún.

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðan til fóður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder