2019-03-30 11:21
Uppsjóvarskipið Høgaberg úr Fuglafirði, skal byrja at landa á middegið.
Høgaberg, sum hevurverið á svartkjaftaveiðu í ES sjógvi, hevur umleið 19-2000 tons av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til fiskamjøl og lýsi, og síðan til fóður.
Teir hava havt hampiligan fiskiskap hendan túrin.
Føroysku svartkjaftaskipini eru við at verða liðug við kvotuna í altjóða sjógvi, summi eru farin at leita eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi.
Tá ið fiskiskapurin av svartkjafti tekur seg upp í føroyskum sjógvi, fara fleiri svartkjaftaskip, sum hava ligið seinastu tíðina, aftur til fiskiskap.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald