2019-10-24 16:44
Høgiklettur sum í fleiri ár hevur ligið í Søldarfirði er nú seldur og strikaður í føroyska flotanum. Skipið var tó í vinnu í desember í fjør og januar í ár.
Tað er eitt felag hjá reiðarínum Varðanum, sum hevur átt skipið og roynt at selt tað í longri tíð. Tað eydnaðist nú, og eitt felag í Blomsterdalen í Noreg hevur keypt Høgaklett.
Høgiklettur er 65 metrar langur 12 metrar breiður og bygdur í 1987.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald