Innanlands

Høgni Hoydal: Eg havi brúkt sera nógva tíð at viðgerða tilmælini, sum eru komin uppá menningarkvoturnar

Landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum bjóðaði inn til tíðindafund í gjár klokkan 14.

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2019-07-02 09:31 Author image
Kiran Jóanesarson

Tað var í gjár, eina viku seinni enn lovað, at landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, bjóðaði inn til tíðindafund, har miðlarnir væntaðu at hoyra hvussu menningarkvoturnar blivu býttar fyri 2019.

Men tað var ikki nógv, sum miðlarnir fingu upplýst á tíðindafundinum klokkan 14 í gjár.

Á tíðindafundinum í gjár, upplýsti Høgni Hoydal, landsstýrismaður, at talan var um seks verkætlanir, sum fingu menningarkvotur fyri í ár. 

Í alt komu 37 umsóknir inn, men sum skilst so enda menningarkvoturnar fyri 2019 á Sandoynni og í Suðuroynni.

Sandoy Seafood latið upp aftur

Størsta arbeiðsplássið í Sandoynni, Sandoy Seafood, lat í síðsta mánaða aftur, og arbeiðsfólkini vóru uppsøgd, men tað gekk ikki rúm tíð, fyrr enn vinnulívsmaðurin Ole Nattestad og konan, sum eru búsitandi í Hirtshals, men ættaði av Sandoynni, kunngjørdu, at tey keyptu virkið, og at arbeiðsfólkini sluppu aftur til arbeiðis á Sandoy Seafood.

Jónleif Johannesen, tingmaður fyri javnaðarflokkin, og sum er ættaður úr Dali, skrivaði á Facebook, at hann hevði sett seg í samband við Ola Nattestad so skjótt sum virkið lat aftur, og at hann vónaði at Sandoy Seafood skjótt fór at lata uppaftur.

Trupulleikin hjá Sandoy Seafood var, at virkið ikki fekk skaffa nokk av ráðvørum at virka, og tí ikki megnaði at halda hjólunum koyrandi.

Ole Nattestad, sum er búsitandi í Danmark, hevur ikki lov at keypa á uppboðsølunum, sum verða lýstar, og tí má virkið fáa ráðvørur á annan hátt.

Tað gjørdist skjótt greitt, at av tí at Sandoy Seafood lat uppaftur, so skuldu umsóknirnar viðgerðast av nýggjum.

Umsøkjarar fingu svar seint í gjárkvøldið

Seint í gjárkvøldið fingu umsøkjararnir so loksins svar uppá umsóknirnar.

Umsøkjarar, sum Portalurin hevur tosað við, fingu noktandi svar. Svarið kom um 23 tíðina í gjárkvøldið.

Høgni Hoydal segði í tíðindasendingini í gjár klokkan 18, at talan hevði verið um drúgva viðgerð, og tí gekk tað so long tíð til umsøkjararnir fingu svar.

- í høvuðsheitinum er tað tí, at serliga eg havi brúkt sera nógva tíð uppá at viðgera og taka støðu til tey tilmælini, sum eru komin, og um tey røkka endamálinum, um at fáa skapt nakað, segði Høgni Hoydal við Kringvarpið í gjár.

Tíðindakvinnan í Kringvarpinum spurdi landsstýrismannin, um tað ikki var júst hetta, sum metingarnevndin vað sett til.

- Jújú, og avgjørt, og eg hevði ynskt, at metingarnevndin sjálv kundi tikið stig til hvør fekk tillutað menningarkvotur, og eg legði eitt uppskot fram um tað í tinginum. men tað vrakaði løgtingið so, men bæði eg og fyristiingin mugu altíð fara ígjøgnum og hyggja eftir um alt er í lagi frá okkara síðu eisini, av tí at tað eru vit, sum taka tær endaligu avgerðirnar, segði Høgni Hoydal við Kringvarpið í gjár.

Menningarkvoturnar í ár eru góð 11.700 tons av svartkjafti, sløk 3200 tons av makreli og 4700 tons av norðhavssild.