Innanlands

Høvdu brúkiligan fiskiskap, men so hvarv fiskurin brádliga

Hóast vánaligt veður, og vit royna uttanfyri 200 fjórðingar, so hevur fiskiskapurin samanumtikið verið í lagið, sigur John Leif Joensen, skipari á Bogaranum

(Mynd: Sjómansmissiónin)

(Mynd: Sjómansmissiónin)

2025-03-19 07:02 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Síðstu vikurnar hava vit gjørt tríggjar brúkiligar túrar eftir svartkjafti vestanfyri Írland. Hóast vánaligt veður, og vit royna uttanfyri 200 fjórðingar, so hevur fiskiskapurin samanumtikið verið í lagið, sigur John Leif Joensen, skipari á Bogaranum.

Í gjár landaði Borgarin 2300 tons av svartkjafti til Havsbrún í Fuglafirði.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og fekk eitt prát við skiparan John Leif Joensen. Høvi var eisini at hava eitt Guds orð og bøn, og so fingu teir geyma við kristnum sjónbandasangum.

[object Object](Mynd: Sjómansmissiónin)

Uppá fyrispurning hvussu fiskiskapurin hevur roynst, svaraði John Leif:

- Vit landa nú umleið 2300 tons av svartkjafti. Tað er ein brúkiligur túrur, hóast tað er langt at sigla á og av fiskileið.

- Síðstu vikurnar hava vit gjørt tríggjar brúkiligar túrar eftir svartkjafti vestanfyri Írland. Hóast vánaligt veður, og vit royna uttanfyri 200 fjórðingar, so hevur fiskiskapurin samanumtikið verið í lagið, sigur hann.

- Vit ynsktu okkum sjálvsagt nøkur tons afturat, men svartkjafturin hvarv brádliga. Hann stendur sera tættur í gýtingartíðini, men aftaná spjaðist hann, og tá loysir tað seg ikki at royna eftir honum, sigur John Leif.

- Nær fer skipið so avstað aftur?

- Í dag. Nú fara vit at royna eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi. Fiskiskapurin er smáligur í løtuni, men plagar at batna tá nakrir dagar eru farnir av apríl. Tá er svartkjafturin vanliga komin norður í føroyskan sjógv. Vit koma at royna eftir svartkjafti til í summar, sigur John Leif.

Teimum umborð á Borgaranum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder