Innanlands

Hoyvík komin inn við svartkjafti

Hoyvík skal landa 900 tons av svartkjafti til Havsbrún

Hoyvík (Savnsmynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

Hoyvík (Savnsmynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

2025-02-19 07:06 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Hoyvík er komið inn við svartkjafti, sum skal landast í Fuglafirði.

Hoyvík kom á Havnina at bíða eftir teir eiga tørn, og skipið hevur roynt í føroyskum sjógvi hendan túrin.

Veiðan verður landað til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi og síðani til fóður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder