2021-06-13 07:02
Hoyvík sum týskvøldið fór á makrelveiðu, hevur nú rakt við makrel.
Tað upplýsir Hans Andrias Kelduberg, skipari, fyri heimasíðuni jn.fo.
Seinastu tvey hálini hava teir fingið makrel, og tað vóru 50 og 80 tons í teimum, segði Hans Andrias Kelduberg við jn.fo í gjárkvøldið.
Støddin liggur um 400 gramm.
Onnur skip eru eisini á veg suður á feltið. Gøtunes, Tummas T og Tróndur í Gøtu fóru í gjárkvøldið av Kollafirði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald