- Tað hevur verið smáligur fiskiskapur eftir upsa í ár, og harafturat hevur tað verið smáfallandi upsi, óansæð, hvar vit hava roynt. Fyri trimum árum síðani var eisini nógvur smáur upsi, og so var tað hampilig stødd í tvey ár, men nú er aftur nógv av smáum upsa, eisini á djypri leiðum. Tað er dámligt við smáa upsanum, men hvar er tann stóru upsin, tí vit síggja hann nærum ikki? Tað sigur Ivan Holm, skipari á Heyki, sum samtrolar við Falk.
- Tað hevur eisini verið smáligt við hvítum fiski, men tó heldur frægari av longu. Tá skal eisini sigast, at vit royna mest á upsaleið. Harafturat eru tveir triðingar av grunnunum stongdur fyri trolarum, so tað er ikki nemt fyri tíðina, sigur hann.
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
- Um hesin nógvi smái upsin verður á føroyaleiðini og fær etið seg størri, so sær væl út frameftir. Hitin í sjónum er alt ov høgur, og tað ávirkar óivað fiskiskapin. Hitin hevur ligið millum 8,4 og 8,8 hitastig og tað er fleiri stig ov heitt. Síðstu tóvuni hendan túrin gjørdu vit á Munkagrunninum, og har fingu vit nakað av makrelyngli í, á umleið 12 centimetrar, og nakað av størri makreli. Tað er ikki dámligt fyri okkara viðkomandi, tí vit hava fleiri ferðir upplivað, at tá makrelurin kemur, hvørvur upsin. Teir trívast ikki saman. Annars hava vit ikki sæð líka nógvan makrel í ár, sum undanfarnu ár, sigur Ivan.
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
- Men eitt er tó tað sama í ár sum undanfarin ár. Vit fingu líka nógvar jólapakkar, og takk skulu sjómanskvinnuringarnir og Sjómansmissiónin hava fyri tað. Vit høvdu jólaløtuna í gjárkvøldið, og tá vóru pakkarnir deildir út og pakkaðir upp. Teir bæði gleða og stimbra, sigur Ivan.
Heykur og Falkur landaðu 460 kør til Faroe Origin gjáramorgunin. Nú er jólaferia, men ætlannin er, at skipini fara avstað aftur beint aftaná jól.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald