
Í morgun kom gamli Hvítanes til landið. Tað er reiðaríið Thor í Hósvík, sum hevur keypt trolaran úr Kanada. Trolarin var lýstur til sølu í heyst, tí reiðaríið fekk ein nýggjan trolara, og kvotan var flutt yvir á nýggja trolaran.
Sjómastrúboðarin vitjaði umborð í dag og fekk tá eitt prát við skiparan Suna Jakobsen. Suni segði millum annað:
- Trolarin er sigldur til Føroyar undir kanadiskum flaggi. Tí skulu vit fyrst flagga skipið um til føroyskt flagg. Samstundis verður tað gjørt klárt til rækjufiskiskap í Barentshavinum, sum verður tað fyrsta vit fara í holt við.
(Mynd: Sjómansmissiónin)
- Trolarin er gamal, tí hann er bygdur í 1987, men hann er í góðum standi. Hann er væl hildin og hevur verið í vinnu heilt til desember 2024. So hann er nærum klárur til fiskiskap, sigur hann.
- Trolarin hevur bæði rækju- og svartkalvaverksmiðju. Tær verða standandi, tí vit ætla at fiska bæði rækjur og svartkalva. Rækjur í Barentshavinum og svarkalva á Flemmish Cap og vónandi eisini í bretskum sjógvið, sigur Suni.
- Hvussu var at manna skipið?
- Tað gekk væl. Allir eru føroyingar og flestu teirra eru ungir og raskir menn. Vit vóna at vera klárir at fara avstað 1. mars.
Kanadiski skiparin, Glenn Donahue, letur væl at trolaranum, sum hann hevur siglt við í 20 ár, tey síðstu 10 sum skipari.
(Mynd: Sjómansmissiónin)
Trolarin fer aftur at eita Hvítanes, sum hann kallaðist, tá føroyingar áttu hann, fram til 1993.
Hvítanes er 60 metrar langur og 13 metrar breiður. Motorurin er ein 3000 KW Wartsila.
Føroyska Sjómansmissiónin ynskir reiðarínum tillukku og Guds signing við Hvítanesi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald