Í síðstu viku varð nóta- og trolskipið, Høgiklettur hjá Varðanum í Gøtu, seldur til Norra.
Tað er felagið Ocean Venture AS í Blomsterdalen, sunnanfyri Bergen, sum hevur keypt skipið. Høgiklettur eitur nú Ice Fjord og er skrásettur í Bergen. Tað eru brøðurnir Karl Henrik og Karl Håkon Økland, sum eru høvuðseigarar av reiðarínum.
- Vit skulu fyrst á rækjuveiðu við skipinum, hóast tað ikki er tann veiðan, sum skipið er best egnað til. Vit hava eitt rækjuloyvi og mugu hava eitt skip til veiðuna fyri at varðveita loyvið. Millum annað tí hava vit keypt Høgaklett. Tað sigur skiparin, Karl Håkon Økland.
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
- Seinni fara vit møguliga at umbyggja skipið til krabbaveiðu. Vit hava frystiskip, sum fiska, hagreiða og frysta krabban. Møguliga kemur Ice Fjord at fiska krabba, sum hini skipini so kunnu hagreiða og frysta-, sigur Karl Håkon.
Gongst eftir ætlan, fer Ice Fjord avstað í dag.
Ice Fjord er bygdur í Norra í 1987; er 73 metrar langur og 12 metrar breiður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald