Innanlands

ICES kunngjørt ráðgeving fyri tosk, hýsu og upsa í 2022

ICES mælir til, at veiðan av toski í 2022 kann vera í mesta lagi 2.206 tons, veiðan av hýsu kann vera í mesta lagi 8.639 tons, og veiðan av upsa kann vera í mesta lagi 37.444 tons, sigur altjóða havrannsóknarstovnurin

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-12-01 14:47 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Havstovasn: Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi 30. november nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum.

ICES mælir til, at veiðan av toski í 2022 kann vera í mesta lagi 2.206 tons og er hetta ein minking upp á 65% í mun til tilmælið fyri 2021. Veiðan av hýsu í 2022 kann vera í mesta lagi 8.639 tons og er hetta ein minking upp á 24% í mun til tilmælið fyri 2021. Veiðan av upsa í 2022 kann vera í mesta lagi 37.444 tons og er hetta ein øking upp á 37% í mun til tilmælið fyri 2021.

Toskastovnurin á Landgrunninum hevur verið undir søguligum lágmarki síðani 2004. Í 2018 og 2019 var toskastovnurin oman fyri lágmarksstødd av gýtingarstovninum, men síðan 2020 hevur stovnsmetingin víst, at stovnurin aftur er undir hesum marki. Føroyski hýsustovnurin var í tíðarskeiðnum frá 2008-2017 undir markinum, har serlig verjutiltøk eru neyðug. Hýsustovnurin kom upp um hetta mark í 2018 og hevur verið í vøkstri síðan. Føroyski upsastovnurin er toluliga væl fyri og støddin á gýtingarstovninum er oman fyri tey mørk, har verjandi tiltøk eru neyðug.

Stovnsmetingarnar fyri tosk og hýsu, serliga framskrivingarnar, hava verið daprari tey síðstu tvey árini, enn tær vóru frammanundan. Vánalig føðiviðurskifti í havinum síðan 2018 og meiri natúrligur deyði eru mett at vera orsøkir til, at stovnarnir ikki eru vaksnir, sum væntað. Stovnsmetingin fyri upsa hevur eisini í mong ár verið daprari enn tað, sum var mett árini frammanundan, tí nøgdin av smáum upsa í minni mun hevur verið at sæð aftur í upsastovninum sum stórur upsi seinni í lívinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder