Innanlands

ICES mælir til at lækka uppsjóvarkvoturnar í 2022

Mæla til at kvoturnar verða lækkaðar millum 7 og 19 prosent

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-09-30 12:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Mest loyvda veiðan í 2022 lækkar fyri allar tríggjar stovnarnar av uppsjóvarfiski. Makrelur lækkar við 7 prosentum, svartkjaftur við 19 prosentum, og norðhavssild við 8 prosentum. Tað skrivar Havstovan á heimasíðuni í dag.

- Fyri makrel er gýtingarstovnurin oman fyri burðardygga markið, men við nógv øktu veiðuni í 2021 verður mett, at veiðitrýstið við árslok verður væl oman fyri markvirðið.

- Fyri svartkjaft er tilgongdin mett at vera vánalig síðani 2017, og tí minkar stovnurin. Veiðitrýstið hevur síðani 2014 ligið oman fyri burðardygga hámarkið.

- Fyri norðhavssild hevur gýtingarstovnurin verið í støðugari minking frá 2008 til 2020, men í ár er góði 2016-árgangurin vorðin búgvin, soleiðis at gýtingarstovnurin kvinkaði eitt vet uppeftir, og liggur oman fyri burðardygga markið. Tilgongdin eftir 2016 er mett at verða vánalig. Veiðitrýstið hevur síðani 2019 ligið oman fyri burðardygga hámarkið. 

Fiskiskapurin eftir sild, makreli og svartkjafti hevur seinastu árini ligið 20-25 prosent oman fyri vísindaligu ráðgevingina vegna ósemju um býtið av stovnunum. Í ár kann makrelfiskiskapurin væntast at fara 40 prosent upp um tilmæltu veiðuna, um øll londini fiska alt, tey hava fráboðað.

Talvan niðanfyri vísir ICES tilmælini um mest loyvdu burðardyggu veiðu (tons) fyri makrel, svartkjaft og norðhavssild í 2022 og broytingarnar frá 2021 til 2022.



Tilmælið fyri 2021

Tilmælið fyri 2022

Broyting í tilmæli 2021-22

Makrelur

852.284

794.920

-7%

Svartkjaftur

929.292

752.736

-19%

Norðhavssild

651.033

598.588

-8%


Leinkja til ICES tilmælið: makrelur

Leinkja til ICES tilmælið: svartkjaftur  

Leinkja til ICES tilmælið: norðhavssild

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder