Fimm eru komnir til landið, og teir síðstu koma í desember. Teir koma í flotan fyri eldri trolarar og eru “spjaddir” út um landið.
Íslendingar hava bygt sjey nýggjar trolarar, sum eru eins í stødd, motorum og útgerð.
Skrokkarnir og stálarbeiðið av fýra teirra er gjørt í Vjetnam og eru so sigldir við farmaskipi til Norra, har teir eru gjørdir lidnir. Tríggir eru bygdir í Norra.
Tveir teirra, Áskell og Vørður, sum reiðaríið Gjøgur hf, eigur, liggja á Hafnafjørðinum, har síðsta útgerðin verður sett í teir.
- Trolararnir eru 29 metrar langir og 12 metrar breiðir. Teir taka 240 kør í lastina, sum eru umleið 80 tons av feskum fiski. Teir hava tveir Yanmar motorar á 500 hestar hvør, tvær skrúvur og tvey róður. Ljósmotorurin er ein Scania, og nærum øll útgerðin umborð, so sum spøl og verksmiðjan, er drivið av ravmagni, sigur Ragnar Pálsson, stýrimaður, á Vørður.
- Bæði longdin á trolarunum og støddin á motorunum eru avmarkað, um vit skulu kunnu fiska inn at trimum fjórðingum úr landi. Tí eru skipini stutt í mun til breiddina, sigur hann.
- Hesir trolararnir hava alla nútímans útgerð. Eftir at fiskurin er blóðgaður, liggur hann í niðurkøldum rennandi “RSV-vatni” og bløðir. Eftir tað verður hann kruvdur, vigaður, avmyndaður, so vit síggja støddina og so flokkaður í kør eftir stødd. Í lastini fer fiskurin eisini at liggja í niðurkøldum rsv-vatni, so góðskan verður so góð sum gjørligt, sigur Ragnar.
- 12 mans vera við, og vit fara at arbeiða í 16 tímar og hava 8 frí. Vit fara at fiska mest tosk og kongafisk og avreiða mest í Grindavík. Men tá vit til dømis royna á Vesturlandinum ella á Norðurlandinum, fara vit at avreiða har,- sigur Ragnar Pálsson.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og var vístur runt av Ragnari.
Skipini fingu Nýggja Testamenti og bøn varð biðin um Guds signing og varðveitslu yvir skip og manningarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald