Íslendsk skip hava landað svartkjaft í Fuglafirði

Íslendsku skipini Beitir og Børkur landaðu 500 tons hvør

Mynd: Tíðindir úr Fuglafirði (Facebook)

Mynd: Tíðindir úr Fuglafirði (Facebook)

2020-01-14 07:11 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Beitir og Børkur, sum hava verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, hava landað til Havsbrún.

Skipini, sum kom á Havnina um vikuskiftið at bíða, hava landað 500 tons av svartkjafti hvørt.

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til fiskaolju og lýsi, og síðan víðari virkaður til fóður.

Fleiri íslendsk skip royna eftir svartkjafti við Føroyar hesa tíðina, men ringa veðrið ger, at fleiri av teimum liggja inni í løtuni. 

Jón Kjartansson liggur á Havnini, meðan Margret og aðalstein Jónsson liggja á Kollafirði.

Børkur og Venur ,iggja á Fuglafirði, meðan Víkingur og Beitir liggja á Runavík.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder