Íslendsk skip landa makrel í Føroyum

Íslendsku uppsjóvarskipini skulu landa í Kollafirði og í Fuglafirði

Børkur - Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Børkur - Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-08-24 22:11 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Tíðliga í gjár kom íslendska uppsjóvarskipið Børkur á Kollafjørð, har teir skuldu landa.

Teir hava fiskað makrel í altjóða sjógvi, og hava beint yvir 1000 tons, sum teir hava landað til Faroe Pelagic í Kollafirði.

Børkur hevur fiskað makrel í altjóða sjógvi, og tá ið liðugt var at landa, varð farið aftur á makrelveiðu.

Íslenadska uppsjóvarskipið Margret, hevur eisini eina makrellast, sum skal landast í Føroyum.

Teir hava 800 tons, sum teir skul landa til Pelagos í Fuglafirði, og sum teir eisini hava fiskað í altjóða sjógvi.

[object Object]Margret - Savnsmynd (Kiran Jóanesarson)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder