2020-08-10 06:32
Margret hevur eins og Beitir, sum landaði í Fuglafirði, fiskað makrel í altjóða sjógvi.
Upplýst verður, at teir hava millum 13-1400 tons av makreli, sum teir skulu landa til Faroe Pelagic.
Faroe Pelagic hevur longu tikið ímóti fleiri lastum av makreli í summar, og enn fleiri eru ávegis.
Grønlendsku trolararnir Svend C og Polar Princess eru ávegis á Kollafjørð at landa. Teir hava frystan makrel, meðan Margret hevur feskan makrel til uppsjóvarvirkið at virka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald