2020-04-23 22:48
Íslendska uppsjóvarskipið Huginn kom á Fuglafjørð fyrr í vikuni, har teir skulu landa.
Teir hava verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri Føroyar, og hava 1800 tons, sum teir skulu landa til Havsbrún í Fuglafirði.
Teir hava havt góðan fiskiskap, men máttu bíða eftir landingartørni tá ið teir komu inn, og sluppu ikki framat fyrr enn í kvøld.
Tá ið liðugt er at landa, skulu teir nýggjan túr eftir svartkjafti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald