Íslendskt uppsjóvarskip landar í Fuglafirði

Íslendskaskipið Huginn landar 1000 tons til Havsbrún

2019-12-10 20:48 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Huginn kom í dag á Fuglafjørð, har teir skulu landa.

Teir hava verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og landa teir 1000 tons til Havsbrún.

Fleiri íslendsk skip eru í føroyskum sjógvi fyri tíðina og fiska svartkjaft, og mest sum øll eru inni við land ella liggja inni í føroysku havnunum og kroka í dag.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder