Innanlands

Íslendskt uppsjóvarskip landar í Fuglafirði

Íslendska skipið Huginn skal landa 1900 tons. Smáligur fiskiskapur hevur verið seinastu dagarnar

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-05-07 19:21 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Íslendska uppsjóvarskipið Huginn kom í gjár á Fuglafjørð, har teir skulu landa.

Teir hava verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og hava 1900 tons, sum teir landa til Havsbrún.

Fiskiskapurin hevur verið smáligur seinastu dagarnar, og skipini royna víða um, men hetta er ikki nakað, sum er óvanligt hesa árstíðina.

Tá ið Huginn hevur landað verður farið aftur til fiskiskap.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder