Íslendskt uppsjóvarskip landar makrel í Fuglafirði

Íslendska uppsjóvarskipið skal landa umleið 1800 tons av makreli til Pelagos

Mynd: Kiran Jóanesarson

Mynd: Kiran Jóanesarson

2020-08-09 23:16 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Íslendska uppsjóvarskipið Beitir kom í dag á Fuglafjørð, har teir skulu landa.

Teir hava verið á makrelveiðu í altjóða sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Teir hava umleið 1800 tons av makreli við til lands, sum teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði.

Makrelfiskiskapurin byrkaði fyri nøkrum døgum síðan, men føroysk skip plaga ikki at byrja hendan fiskiskapin fyrr enn um hálvan august.

Tó er Finnur Fríði byrjaðu, og Fagraberg hevur eisini loyst, meðan flestu av hinum skipunum helst loysa í komandi viku. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder