2020-08-22 12:57
Stásiligt sá tað út, tá nýggja havrannsóknarskipið Jákup Sverri kom á Havnina stutt eftir klokkan ellivu fyrrapartin.
Nú verður siglt millum oyggjarnar, og eftir túrin á Havnini var kósin sett inn á Rituvík og fyri løtu síðani sigldi Jákup Sverri aftur gjøgnum Nólsoyarfjørð.
Skrokkurin kom á Skála úr Litava í september í fjør, og skuldi eftir ætlan verða liðugt í summar. Men sum skilst skal Jákup Sverri latast Havstovuni í september.
Nýggja havrannnsóknarskipið avlýsir Magnus Heinason, sum hevur verið havrannsóknarskip síðani 1982.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald