Nøgdin av toska- og hvítingsbróðuryngli er tað mesta á Landgrunninum síðan 2017, men tó undir miðal.
Av hýsuyngli var eisini meira til enn síðstu árini, og var nøgdin munandi yvir miðal. Støddin á ynglinum var tó undir miðal.
Á Føroyabanka var nøgdin av toskayngli undir miðal, meðan hýsuyngulin væl oman fyri miðal. Nøgdin av nebbasildayngli var undir miðal. Støddin á ynglinum var undir miðal fyri tosk og nebbasild, men yvir miðal fyri hýsu.
Samlaði gróðurin á Landgrunninum higartil í ár var nakað yvir miðal. Frá øðrum kanningum vita vit, at gróðurin kom heldur seint í vár, men í mai vaks hann heilt nógv. Um mánaðarskiftið mai-juni minkaði hann nógv og batnaði síðan aftur.
Gróðurin av plantuæti er føði hjá djóraæti, sum aftur er føði hjá fiskayngli. Líkt er til, at serliga føðiviðurskiftini í mai mánaði hava stóran týdning fyri yvirlivilsi hjá fiskayngli.
Havstovan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald