Innanlands

Jákup Sverri hevur gjørt sínar sildakanningar norðanfyri

Ymsastaðni vóru hvørki sild ella svartkjaftur at síggja

Endaligu úrslitini frá felagskanningunum verða tøk, tá tølini frá øllum luttakandi skipunum verða viðgjørd um miðjan juni. Kanningin er skipað sum altjóða felagskanning undir ICE (Mynd: havstovan.fo)

Endaligu úrslitini frá felagskanningunum verða tøk, tá tølini frá øllum luttakandi skipunum verða viðgjørd um miðjan juni. Kanningin er skipað sum altjóða felagskanning undir ICE (Mynd: havstovan.fo)

2025-05-14 07:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Jákup Sverri er nú liðugur við sínar sildakanningar norðanfyri Føroyar. Rannsóknarskipið hjá Havstovuni hevur verið har seinastu tíðina. Jákup Sverri kom aftur á Havnina mánadagin 12. mai,

Heimasíðan hav.fo skrivar, at nakað av sild var at síggja, serliga í altjóða økinum norðanfyri, meðan lítið og onki var at síggja norðast í føroyska sjóøkinum og móti Íslandi.

-Meira enn helvtin av sildini var úr 2016-árganginum, og størsta sildin stóð vestast í kanningarøkinum.

- Svartkjaftur var bara at fáa eystast í kanningarøkinum, har sjógvurin er heitari. Mesta av svartkjaftinum var 3 og 4 ára gamal, men eisini nakað av ársgomlum svartkjafti var uppií.

Hesi eru høvuðsúrslitini av kanningunum. Endaligu úrslitini frá felagskanningunum verða tøk, tá tølini frá øllum luttakandi skipunum verða viðgjørd um miðjan juni.

- Kanningin er skipað sum altjóða felagskanning undir ICES, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Íslandi, Bretlandi og Danmark.

Les túrfrágreiðingina her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder